Ergonomisk ráðgeving

Arbeiðslív veitir almennum og privatum virkjum og stovnum ráðgeving um betri arbeiðsumhvørvi. Dentur verður lagdur á tætt samstarv við tykkum og á at finna loysnir til júst tykkara tørv. Heilsa, trivnaður og trygd hjá starvfólkunum og politikkurin hjá fyritøkuni eru í miðdeplinum.

Tørvur kann vera á ergonomiskari ráðgeving, tá ið starvsfólk hava ampa, pínu og kanska slit í liðum og vøddum í sambandi við dagliga arbeiðið. Um tað er arbeiði, har tungar byrðar skulu lyftast, eintáttað arbeiði ella sitandi arbeiði sum t.d. telduarbeiði, kann samband vera millum ergonomisku umstøðurnar og teir ampar, sum starvsfólkini fáa.

 

Arbeiðsplásskanning

Arbeiðslív ráðgevur og vegleiðir starvsfólki um, hvussu tey stilla arbeiðsplássið, brúka hóskandi arbeiðsstøður og brúka møguleikarnar fyri variatión og rørslu í arbeiðsdegnum. Ráðgevingin kann vera ætlað sum fyribyrging, ella kann hon vera liður í at viðgera ampar, sum standast av arbeiði.

Ráðgevingin er grundað á eygleiðing av, hvussu arbeiðsplássini eru innrættað og av arbeiðsstøðunum hjá starvsfólkunum. Munnlig ella skrivlig afturboðan um váðafaktorar og tilráðing um ábøtur.

Ein kanning av arbeiðsplássi kann vera serliga málrættað at fáa starvsfólk aftur í arbeiði aftan á sjúku.

Arbeiðslív bjóðar

  • Ergonomiska ráðgeving í sambandi við innrætting av nýggjum arbeiðsplássum
  • At kanna arbeiðspláss og arbeiðsstøður, at gera váðameting og at gera uppskot til ábøtur
  • Ráðgeving um fyribyrging og heilsufremjan á arbeiðsplássum
  • Skrivliga frágreiðing sum kann vera hent amboð til virkis- og ársætlanir um arbeiðsumhvørvi
  • Vegleiðing um at halda fram við ella venda aftur til arbeiði aftan á sjúku
  • Almenna ráðgeving um arbeiðsumhvørvi
  • Uppfylging
  • Afturvendandi ráðgeving. Hervið kunnu trupulleikar fyribyrgjast, og teir trupulleikar, sum kanska vísa seg, kunnu verða loystir, áðrenn teir gerast stórir, ofta ringir at loysa og dýrir fyri fyritøkuna.

Um Arbeiðslív

Arbeiðslív er einstaklingavirki, sum eg, Katrin Mørkøre reki.

Eg eri útbúgvin ergoterapeutur á Ergoterapeutskolen i København og Master of Public Health (MPH) á Københavns Universitet. Eg havi arbeitt burturav við arbeiðsumhvørvi og ergonomi í Postens BST Øst og í KTAS BST í Keypmannahavn. Harumframt havi eg drúgvar arbeiðsroyndir innan fyribyrging og heilsufremjan og við ráðgeving um hjálpartól og húsabroytingar.

Mær dámar at greina avbjóðingar og finna loysnir í samstarvi við viðskiftafólk.

Samband

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Arbeiðslív við at útfylla teigarnar